Danir kunnu missa stuðul til diabetes-heilivág

Danir kunnu missa stuðul til diabetes-heilivág
Ozempic kostar regiónunum meira enn eina milliard um árið
Mett verður, at okkurt um 87.000 danir brúka Ozempic.
 
23.08.2023 - 08:50

Tað er ikki vist, at danir longur fáa stuðul til nógv selda diabetes-heilivágin, Ozempic, sum Novo Nordisk framleiðir.

Medisinstuðulsnevndin, sum heilsustýrið hevur mannað, mælir til, at stuðulin til heilivágin skal strikast, tí hann kostar regióninum ov nógv.

Danska heilivágsstýrið skal nú meta um tilmælið.

Stuðulin til Ozempic, sum er galdandi í dag, kostar donsku regióninum 1,1 mia. krónur í ár.

 

Lata 13.000 kr. í stuðli

Diabetes-heilivágurin kostar 17.000 kr. fyri hvønn sjúkling um árið, og í løtuni verða 13.000 kr. latnar í stuðli um árið.

Mett verður, at okkurt um 87.000 danir brúka Ozempic.

Hóast Ozempic ikki er góðkendur sum klænkiheilivágur, brúka nógv fólk henda heilivágin at klænka seg við.

Ozempic hevur sama virknað sum heilivágur fyri fiti, men er bíligari.

 

Jens Andreasen, diabeteslækni.

 

Eisini galdandi í Føroyum

Líkt er til, at hetta eisini er galdandi í Føroyum.

Dagur og vika avúkaðu í summar, at Ozempic-heilivágurin manglaði í Føroyum, tí hann hevði fingið ein nýggjan málbólk, sum er fólk, ið vilja klænka.

Jens Andreasen, diabeteslækni, segði soleiðis í Degi og viku 13. juli: 

 

23082023_Jens_Anadreasen

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507