Ukraina: Russar hava oyðilagt 270.000 tons av korni

Ukraina: Russar hava oyðilagt 270.000 tons av korni
Ukrainskur ráðharri sigur, at Russland loypur á korngoymslur við vilja fyri at steðga kornútflutningnum
Ein russisk drona rakti hesa korngoymsluna í Odesa fyri nøkrum døgum síðani.
Mynd: Ukrainski herurin/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
23.08.2023 - 14:17

Russisk álop á ukrainskar havnir hava oyðilagt stórar nøgdir av korni. Heili 270.000 tons eru oyðiløgd eftir einum mánaði, sigur ukrainski ráðharrin, Oleksandr Kubrakov.

Tað skrivar NTB sambært norska kringvarpinum.

13.000 tons av korni fóru eisini fyri skeytið í einum álopi í nátt á havnina Izmail nærindis Donau-ánni.

Ráðharrin skrivar á Telegram, at Russland loypur á korngoymslur við vilja fyri at steðga kornútflutninginum úr Ukraina.

Russland hevur ikki gjørt viðmerkingar til ákærurnar. 

Kornavtalan millum Russland og Ukraina fór úr gildi í juli og varð ikki endurnýggjað.

Avtalan tryggjaði annars, at Ukraina kundi útflytum korn undir tryggum umstøðum um Svartahavið, uttan russisk álop.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928