Gongur væl hjá Norwegian

Gongur væl hjá Norwegian
Avlopið í øðrum ársfjórðingi var 348 milliónir í okkara peningi fyri skatt
Norwegian flutti 600.000 fleiri ferðafólk í øðrum ársfjórðingi enn somu tíð í fjør. (Savnsmynd)
 
24.08.2023 - 08:51

Norska flogfelagið Norwegian hevði 538 milliónir norskar krónur í avlopi fyri skatt í øðrum ársfjórðingi í ár, skrivar NRK.

Tað eru umleið 348 milliónir krónur í okkara pengum.

Norwegian hevur havt stóra framgongd seinasta árið. Felagið flutti í øðrum ársfjórðingi 5,6 milliónir ferðafólk samanborið við fimm milliónir sama tíðarskeið í fjør.

Felagið heldur eisini væl sínar ferðaætlanir, tí í mai í ár nevndi greiningarfyritøkan,  Cirium, Norwegian sum mest stundisliga flogfelag í Evropa.

Herfyri gjørdi Norwegian ein milliardasáttmála við norsku verjuna, og í summar kom eisini fram, at Norwegian fer at keypa flogfelagið Widerøe, sum millum annað flýgur millum Noreg og Føroyar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928