Ongar broytingar hjá Strandferðsluni

Ongar broytingar hjá Strandferðsluni
Bæði talið á túrum og prísurin á ferðaseðlum verða óbroytt
 
01.10.2013 - 11:00

Ongar broytingar verða gjørdar í siglingini hjá Strandferðsluni, og heldur ikki í prísinum.

Upprunaliga var ætlanin at tillaga ferðaseðlaprísin og túratalið um Suðuroyarfjørð fyri at leggja upp fyri sparingum. Hesar sparingar vera av ongum.

Sostatt verða bæði túratal og ferðaseðlaprísur á sama støði.

-Tað er av alstórum týdningi, at fólk kunnu ferðast til og úr Suðuroynni á nøktandi hátt.

Smyril er ein grundleggandi liður í at gera tað møguligt hjá vinnuni at klára seg.

Harafturat gevur eitt vælvirkandi ferðasamband suðuroyingum møguleika fyri at luttaka og vera virkin í føroyska samfelagnum.

Hetta er partur av at gera tað liviligt at búgva í Suðuroynni, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.

Umframt at Suðuroyarleiðin er uppraðfest, er eykajáttan farin niðan í Løgtingið til tess at keypa skip til Skúvoyarleiðina.

Biðið er um 3. mió. kr. í 2013 at keypa skip fyri.

Harumframt eru 3,5. mió. kr. settar av í 2014 til at dagføra og umvæla skipið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. desember
Jambalaja - 281224
185647
Leygardag 28. desember
Upp á tá - 271224
185644
Leygardag 28. desember
Morgunlestur leygardagur 28. desember 2024
185003
Fríggjadag 27. desember
TEMAPLÁTAN: 'The Montreaux Album', Smokie, 1978
185635
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. desember
Transformatión
185627
Fríggjadag 27. desember
Hon leyp á leistum
167984
Fríggjadag 27. desember
Veðrið
185616
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652