Jørgen hattrikk í U21-sigri

Jørgen hattrikk í U21-sigri
Jørgen Nielsen skeyt øll trý málini, tá føroyska U21-landsliðið við monnum vann 3-2 á Hvítarusslandi. Føroyar komu við sigrinum upp á fýra stig eftir tveir dystir
Jørgen Nielsen hevur nú skotið fimm mál á U21-landsliðnum
Mynd: Fótbóltssamband Føroya  
 
07.09.2023 - 16:37

Við trimum málum tryggjaði Jørgen Nielsen føroyska U21-fótbóltslandsliðnum sigurin á Hvítarusslandi og trý stig í EM-undankappingini.

B68-framherjin legði Føroyar framum fyri steðgin, og tá eitt korter var spælt av seinna ha´lvleiki, hevði hann økt til 3-0.

Hvítarussland minkaði um munin, tá 74 minuttir vóru spældir, og í yvirtíðini skoraði Gleb Rovdo til 3-2, men føroyska liðið helt fast teir síðstu minuttirnar.

Føroysku U21-menninir komu illa frá byrjan í kappingini við javnleiki á heimavølli ímóti Andorra, men við sigrinum í dag komu menninir hjá Eyðuni Klakstein upp á fýra stig.

Sambært bolt.fo er Jørgen Nielsen fyrsti føroyski spælarin, sum hevur skotið hattrikk í einum U21-manslandsdysti.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928