Borgarar ikki bodnir til fyrsta tiltakið í Varpinum

Borgarar ikki bodnir til fyrsta tiltakið í Varpinum
Hetta líkist ongum, sigur Signhild V. Johannesen, býráðslimur og fyrrverandi forkvinna í stýrinum fyri Varpið
Mentanarhúsið í Klaksvík hevur staðið leingi í gerð, men í gjárkvøldið var skipað fyri fyrsta tiltakinum í Varpinum. (Savnsynd)
 
13.09.2023 - 12:20

Fyrsta tiltakið hevur verið í nýggja mentanarhúsinum, Varpinum, í Klaksvík, men tað vóru útlendingar, sum vóru bodnir við, og ikki borgarar í Kaksvík. 

- Hetta líkist ongum, sigur Signhild V. Johannesen, býráðslimur í Klaksvík kommunu.

 

Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen er býráðslimur í Klaksvíkar kommunu.

 

Hon er eisini fyrrverandi forkvinna í stýrinum fyri mentanarhúsið.

- At borgarar ikki vóru bodnir við til fyrsta tiltakið í Varpinum, kann hava við sær, at klaksvíkingar missa ognarkensluna av mentanarhúsinum, sigur Signhild V. Johannesen.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

13092023_Signhild_um_Varpid

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820