Herða reglurnar fyri ferðafólkaskip í grønlendskum sjógvi

Herða reglurnar fyri ferðafólkaskip í grønlendskum sjógvi
Ocean Explorer fór á land mánadagin, og verjuskipið Knud Rasmussen er farið til hjálpar
Tað hevur ikki eydnast at fáa ferðamannaskipið Ocean Explorer leyst, heldur ikki á hægst flóð
Mynd: Danska verjan/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
14.09.2023 - 08:36

Grønlendska landsstýriskvinnan, Vivian Motzfeldt, vil hava herdar reglur fyri ferðafólkaskip í grønlendskum sjógvi.

Alsamt fleiri ferðamannaskip koma til Grønlands, og mánadagin sigldi ferðafólkaskipið, Ocean Explorer á land, í landnyrðingspartinum av Grønlandi. 

Tað hevur ikki eydnast at fáa skipið leyst aftur enn, heldur ikki á hægstu flóð. 

- Øll ferðafólkaskipini í grønlenskum sjógvi hava fingið neyðugu loyvini at sigla í okkara sjóøki, men støðan við Ocean Explorer staðfestir, at vit mugu og skulu herða reglurnar, og gera tær greiðari til næsta ár, sigur Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinna við ábyrgd fyri ferðafólkavinnuni, við Sermitsiaq.

 

Vivian Motzfeldt er landsstýriskvinna í ferðavinnumálum. (Mynd: Sermitsiaq)

 

Kommunurnar verða hoyrdar

Landsstýriskvinnan sigur eisini, at kommunurnar verða hoyrdar, áðrenn lógin verður dagførd. 

Politiið í Grønlandi kannar nú, hvussu tað bar til, at ferðafólkaskipið, Ocean Explorer, tók botn mánadagin. 

Arktisk Kommando hevur sent verjuskipið Knud Rasmussen til hjálpar, men skipið var statt so langt burturi, og nú er tað komið í ringt veður, so tað verður ikki hjá Ocean Explorer fyrr enn í annaðkvøld.

Grønlendska strondin er 44.000 kilometrar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860