Sjúkrahússtjórin: Viðgerðin kundi longu verið byrjað

Sjúkrahússtjórin: Viðgerðin kundi longu verið byrjað
Dialysutólið á Suðuroyar sjúkrahúsi var tendrað fyrrapartin, men eingi starvsfólk eru
Dialysutólini á Suðuroyar sjúkrahúsi er klár, men eingi starvsfólk eru.
 
18.09.2023 - 12:58

Stjórin á Suðuroyar sjúkrahúsi er sannførdur um, at hevði Sjúkrahúsverkiði søkt eftir fólki beinleiðis til setan á Suðuroyar sjúkrahúsi, og ikki á Landssjúkrahúsinum, høvdu fólk søkt, og dialysuviðgerðin kundi byrjað á Tvøroyri.

Høli og tól eru klár, og dialysutólið var tendrað fyrrapartin, men eingi starvsfólk eru.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

18092023_Dialysa_a_Tvoroyri

 

Hans Pauli Henryson er stjóri á Suðuroyar sjúkrahúsi.


Landssjúkrahúsið søkti í summar eftir fólki at hava dialysuviðgerðina á Suðuroyar sjúkrahúsi um hendi.

Størvini vóru ikki sett, og samskiftisráðgevin á Landssjúkrahúsinum segði við Dimmalætting í síðstu viku, at nú verður søkt av nýggjum.

Sambært Hans Paula Henryson, stjóra á Suðuroyar sjúkrahúsi, ferðast tríggir sjúklingar í Suðuroynni aftur og fram við Smyrli tríggjar ferðir um vikuna at fáa dialysuviðgerð á Landssjúkrahúsinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860