Løgmaður um russlandssáttmálan: Landsstýrið kannar lógarbroytingar

Løgmaður um russlandssáttmálan: Landsstýrið kannar lógarbroytingar
Politiskur viðmerkjari heldur, at tað eru heldur politiskar ósemjur í samgonguni, sum gera, at eingin avgerð er tikin um sáttmálan enn
Enn er eingin politisk avgerð tikin um fiskiveiðusamstarvið við Russland. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
20.09.2023 - 10:42

Nú avgerð skal takast um fiskiveiðusamstarvið við Russland, er ikki samsvar millum tað, sum landsstýrismennirnir í fiskivinnumálum og uttanríkis- og vinnumálum siga um frágreiðingina hjá landsstýrinum um Russland.

- Vit hava fyrireikað okkum væl og vita, hvat gerast skal, um samstarvið við Russland steðgar, segði Høgni Hoydal í juni.
 
Fyrr í vikuni segði Dennis Holm, at orsøkin til, at avgerð ikki er tikin enn  um samráðingarnar við Russland, er at vit ikki vita hvat skal gerast, um samstarvið heldur uppat. 

Spurningurin, sum stendur eftir, er hví Dennis Holm nú kannar okkurt, sum sambært Høgna Hoydal longu er kannað. 

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður.

 

Svarið er greitt, sigur Aksel V. Johannesen løgmaður.

Hvørgin teirra sigur ósatt, tí vit hava kannað, hvat vit skulu gera, men í løtuni kanna vit, hvørjar lógarbroytingar skulu til fyri at fremja hetta í verki. 

Hoyr samrøðu við Aksel V. Johannesen:

 

20092023_Aksel_um_Russland
 
 
Russisk skip við bryggju í Runavík, áðrenn havnarstongsilin kom í gildi. (Savnsmynd)
 

Avgerðin er ikki so løtt at taka, sigur Árni Gregersen politiskur viðmerkjari. 

Hansara meting er tó, at tað eru ósemjur í samgonguni, og ikki viðgerð av lógarbroytingum, sum gera, at landsstýrið framvegis ikki hevur tikið nakra avgerð um samstarvið við Russland:

 

20092023_Greg__um_Russland

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120