Rúsneyðtøka kann geva harða revsing

Rúsneyðtøka kann geva harða revsing
Politiið kannar hendingarnar, sum vóru á eini skeinkistaði í Havn, men eingin er undir illgruna
Katrin Thorsvig Hansen er høvuðsákæri.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.10.2023 - 15:01

- Rúsneyðtøka, sum á enskum verður rópt drugrape, er eitt øgiliga grovt brotsverk, sum kann geva harða revsing.

Tað sigur Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri hjá politinum, nú løgreglan kannar eitt slíkt mál.

Um vikuskiftið hava fýra kvinnur boðað politinum frá, at tær halda seg hava verið fyri rúsneyðtøku. Hendingarnar vóru á einum skeinkistaði í Havn, og kvinnurnar vistu ikki av hvørjari aðrari.

Politiið hevur nógv fólk á málinum og avhoyrir fólk í hesum sambandi. Eisini kannar politiið sjónbandaupptøkur, sum eru tøkar. Í løtuni er eingin illgruni gerningsmann ella -menn.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

10102023_Rusneydtoka

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391