Equinor: Stórt bakkast um Rosebank ikki verður góðkend

Equinor: Stórt bakkast um Rosebank ikki verður góðkend
Stjórin í norska oljufelagnum ávarar bretsku stjórnina um avleiðingar, um hon noktar at góðkenna útbyggingina av oljukelduni við føroyska markið
Bretska stjórnin fer helst henda mánaðin at taka endaliga avgerð um lagnuna hjá Rosebank eins og Jackdaw-gasskelduni í Norðsjónum. (Savnsmynd: Equinor)
 
08.10.2026 - 11:03

Verður oljukeldan Rosebank ikki góðkend, verður tað eitt stórt bakkast.

Tað ávarar norska oljufelagið, Equinor, bretsku stjórnina um, sambært heimasíðuni, orkan.fo

Hóast stjórin í norska oljufelagnum Equinor, sum er partur av útbyggingini av oljukelduni Rosebank við føroyska markið, roknar við, at útbyggingin fær grønt ljós, tá avtornar, ávarar hann tó  bretsku stjórnina um avleiðingarnar, um hon noktar at góðkenna útbyggingina. 

 

Loyvi frá 2001

Tað gjørdi Anders Opedal greitt á ráðstevnu í  "Energy Intelligence Forum" í London um dagarnar. Hann segði, at Rosebank er eitt gamalt loyvi frá 2001. Oljan varð funnin í 2004, og avgerðin um íløgu varð tikin í 2023.

Opedal vísti til stevnuskránna hjá Labour, har sagt verður, at verandi loyvi skulu virðast.

- Undanfarna Keir Starmer-stjórnin segði, at Bretland var opið fyri vinnuligum virksemi. Vit hava søkt um góðkenning tvær ferðir, og Adura hevur gjørt alt, sum biðið er um, sigur hann sambært heimasíðuni, orkan.fo.

Bretska stjórnin fer helst henda mánaðin at taka endaliga avgerð um lagnuna hjá Rosebank eins og Jackdaw-gasskelduni í Norðsjónum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210