Freistin er farin hjá sivilfólki í Palestina

Freistin er farin hjá sivilfólki í Palestina
Klokkan tvey seinnapartin okkara tíð for freistin, sum ísreaelski herurin hevði sett fyri, nær fólk skuldu verið farin úr norðara Gaza
 
14.10.2023 - 17:33

Íbúgvarnir fingu freist til klokkan 16 lokala tíð at fara suðureftir við ánna Wadi Gaza.

Freistin varð longd eftir fyrst at hava verið sett til 24 tímar. 

ST metir at tíggju túsund tals eru farin úr økinum. 

Neyðhjálparfelagsskapurin Reyði Hálvmáni, sum svarar til okkara Reyða Kross fekk somuleiðis boð um at fara av sjúkrahúsinum, A-Quds har norðuri í Gaza, áðrenn kl 16 lokala tíð.

Í tíðindaskrivi á x - Tað er miðilin sum fyrr æt twitter - skriva tey at felagsskapurin ikki kann fara frá sjúkrahúsinum, tí tey mugu hjálpa sjúkum og særdum har. 

Felagsskapurin heitir á politiskarar leiðarar í heiminum um at royna at fáa ísraelska herin at taka aftur teirra áheitan á fólk har norðuri í Gaza um at flýggja suðureftir. 

Gittingar eru um, at næsta stigið hjá Ísrael verður at fara inn í Gaza á landi. 

Seinnapartin sást ein sjónbandaupptøka við ísraelska forsetisráðharranum Benjamin Nethanyaho uttanfyri Gazageiran, har hann spyr hermenn um teir eru klárir til næsta stigið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Morgunlestur leygardagur 17.januar 2026
202446
Fríggjadag 16. januar
Vikuskiftið 16. jan 2026
202799
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610