Mentanarvirðislønir landsins verða handaðar í kvøld

Mentanarvirðislønir landsins verða handaðar í kvøld
Tríggjar mentanarvirðislønir og sømdargáva verða latnar í Miðnámsskúlanum í Vestmanna í kvøld
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, fer í kvøld at handa mentanarvirðislønir landsins í Miðnámsskúlanum í Vestmanna
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.10.2023 - 11:45

Í kvøld fer Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, at handa virðislønir landsins til lista- og mentafólk fyri árið 2023 - tað, sum á mannamunni verður kallað Mentanarvirðislønir landsins. 

Hetta hendir í Miðnámi í Vestmanna, sum heldur til á Fjarðavegi 4, í kvøld klokkan 19.

Tríggjar virðislønir verða handaðar:

  • Mentanarvirðisløn landsins, sum er 150.000 kr. Hon verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik.
  • Heiðursgáva landsins, sum er 75.000 kr. Hon verður latin teimum, ið hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.
  • Serstøk virðisløn, sum er 50.000 kr. Hon verður latin listafólki, mentafólki ella felagsskapi eftir landsstýrisfólksins egnu avgerð.

Harafturat verður sømdargáva latin, sum er 20.000 krónur um árið. Hon verður latin listafólki, ið hevur útint listarligt avrik, ið verður mett at hava týdning fyri samtíð og framtíð.

Almanna- og mentamálaráðið boðar frá, at tiltakið er alment, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Eins og í fjør, so verður tað Páll Danielsen, ið verður vertur fyri tiltakinum. 

Kringvarp Føroya sendir beinleiðis frá tiltakinum í sjónvarpinum og her á heimasíðu Kringvarpsins

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423