Kvøða til Eilif Samuelsen

Kvøða til Eilif Samuelsen
Jógvan D. Hansen, námslektari í heimsspeki á Fróðskaparsetri Føroya, bar fram kvøðu til Eilif Samuelsen, týðara, sum í kvøld fekk Heiðursgávur landsins 2023
Jógvan D. Hansen, námslektari í heimsspeki, bar Eilifi Samuelsen, týðari, eina kvøðu
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.10.2023 - 19:50

Ein enskur heimspekingur helt einaferð fyri, at vesturlendsk heimspeki  í roynd og veru bert eru undirgreinar til Platon. Kanska tók hann heldur rívan til. Men er hetta rætt, so kunnu vit í hvussu so er staðfesta, at vit eiga væl av Platon og ikki sørt av undirgreinunum á føroyskum. Hetta kunnu vit ikki minst takka Eilifi Samuelsen fyri.

Við hegni og hollari málkenslu hevur tað eydnast honum at flutt nakrar av heimsbókmentunum yvir í føroyskt mál. Hetta er ikki hvørsmansføri. Ein og hvør týðing er samstundis ein tulking. Sjáldan, kanska ongantíð, er bert ein møguleiki givin. Og er talan um heimspekiligar tekstir, ið snúgva seg um úrtøkilig og torskild viðurskifti, kann uppgáva stundum tykjast næstan ómøgulig.

Á føroyskum hava vit hópin av orðum um  veðrið, um viðurskifti í bø og haga, og um fyribrigdi á havinum. Men tá ið tað kemur til heimspekilig og úrtøkilig hugtøk, er orðfeingi meira avmarkað. Her verður ein av avbjóðingunum hjá týðaranum at taka støðu til, hvørt hann skal smíða nýggj hugtøk burtur úr tí, ið frammanundan er tøkt, ella hann skal varðveita upprunahugtøkini við neyðugum grammatiskum tillagingum. Hetta krevur gløggskygni og málslit tev. 

Men so kann ein spyrja: Hvat skal øll hendan strevanin til? Er ikki líka frægt at binda frið? Á ein hátt viðgerð Platon henda spurning í stóra dialoginum Staturin, ið Eilif sum kunnugt týddi til føroyskt í 2014. Her verður serliga hugsað um tað kendu hellismyndina í VII bók. Hugsið tykkum, at á botni í einum helli situr ein bólkur av fangum fjøtraðir soleiðis, at teir alt sítt líðilanga lív hava start inn í hellisveggin. Aftanfyri fangarnar brimar eitt stórt bál, og millum fangarnar og bálið gongur ein gøta. Á gøtuni ganga nakrir menn við flatmyndum av djórum, vøkstrum o.ø. festar á sneis. Hesar flatmyndir kasta skuggar á hellisbotnin. Og tá ið mennirnir tosa, halda fangarnir, at afturljóðið frá hellisbotninum kemur frá skuggunum. Sum eitt slag av spæli stytta fangarnir sær stundir við at geva skuggamyndunum nøvn. Hesir skuggar eru tann einasti veruleiki, ið fangarnir kenna til. Fyri teimum eru teir veruleikin.

Men lat okkum nú hugsa okkum, at ein fangi verður loystur úr fjøtri, vendir sær á og byrjar at stetla móti hellismunnanum. Í byrjanini verður hann blindaður av skininum frá bálinum, og flatmyndirnar  tykjast minni veruligar enn skuggarnir á hellisbotninum. Men so við og við eydnast tað honum at streva seg burtur úr hellinum og upp í ljósið. Søgan endurtekur seg, og í byrjanini sær hann lítið og einki í tí bjarta sólarljósinum. Men sum frá líður venur hann seg við ljósið og sær nú heimin, sum hann veruliga er. Samstundis sær hann eisini, at tað, ið teir fjøtraðu fangarnir halda vera veruleikan, bert eru kámar skuggamyndir. Og sólin er ein myndbering fyri tað góða, so sum Platon uppfatar tað. 
Men nú stendur fangin, ið hevur slitið fjøtrini av sær, í einari nýggjari støðu. Skal hann verða verandi uppi í tí fjálga sólarljósinum, ella skal hann fara niður aftur í hellið og greiða fyrrverandi samfangunum frá støðuni. Greiða teimum frá, at teirra uppfatan av veruleikanum í høvuðsheitum er gykl. Hann velur hin seinna møguleikan, og tað er ikki av tilvild. Hevur tú vunnið innlit, hevur tú eisini eina skyldu at bera títt innlit víðari. Alt hetta er tongt at  hugmyndalæruni hjá Platon, ið ikki er høvi at koma nærri inn á her. Tó kann sigast so mikið, at í hesari, hugmyndalæruni, hongur tað góða, tað sanna og tað vakra óloysiligt saman.

Nú kundi ein kanska væntað, at fyrrverandi fangin  fær ein jaliga móttøku, tá ið hann kemur niður aftur í hellið til fyrrverandi lagsbrøðurnar. Men so er ikki. Tvørturímóti gerast teir firtnir, og spyrja hvat hann billar sær inn at seta spurnartekin við tað, ið teir og teirra forfedrar altíð hava mett sum sannleikan. Ja, teir gerast so mikið óðir, at teir hótta hann eftir lívinum. Og lítið man vera at ivast í, at tað er Sokrates og lagna hansara, ið Platon her hevur í huganum. Sum kunnugt dømdu athenarar Sokrates, Platonsa lærara og fyrimynd,  til deyða fyri at seta spurning við teir statsautoriseraðu gudarnar, og fyri at spilla ungdómin. 

Men hvat kunnu vit so í dag brúka tekstir frá eini heilt aðrari tíð til? Tekstir, ið á ymiskan hátt als ikki eru í samljóði við eina nútímans demokratiska samfelags- og  mannafatan? Tað gevur áður lýsta hellismynd kanska eitt boð uppá. Hon tykist m.a. at siga, at vitan og innlit hevur virði, og uttan sannkenning stara vit sum fjøtraðu fangarnir inn í hellisveggin. Men hvussu ogna vit okkum so innlit? Jú, millum annað við at lesa klassikararnar og lata okkum bjóða av av teimum. Og at vit kunnu lesa nakrar av teimum á okkara egna máli, føroyskum, kunnu vit ikki minst takka Eilifi fyri. 

Hjartaliga tillukku við heiðursgávuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982