Í myndum: Eldraleikir 2025

Mona Maria úr Fugloy, eindarleiðari í Heilsu- og umsorganartænastuni bjóðaði vælkomin, og síðani setti Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, eldraleikirnar.

Borgarstjórin í Havn fegnaðist um at síggja stóra gleði, virkisfýsni og kappingaranda hjá teimum virknu pensionistunum.

Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu skipar fyri degnum saman við Suðuroyar Bú- og heimatænastu, Veks og NB Fysioterapi. Niklas Reginsson, fysioterapeutur, greiddi frá degnum og skipaði fyri felags upphiting, áðrenn kappingarnar fóru í gongd.

Á Eldraleikum í dag var aldurin hjá luttakarunum millum 67 og 92 ár.

Tveir sjúkrarøktarfrøðingar tryggja, at skjót hjálp er tøk, um onkur er óheppin og verður illa fyri.

Eldraleikir er ein aktivur dagur fyri virknar pensionistar frá ymiskum kommunum í landinum, har tey kappast í tíggju ymiskum aktivitetum.

Aktivitetirnir fevan um millum annað rørslu, styrki, balansu og minni.

Eldraleikir vórðu skipaðir á fyrsta sinni í 2024, og eru leikirnir nú vorðnir fastur táttur í tænastunum til eldri borgarar í kommununum, ið skipa fyri leikunum.

Eldraleikir eru tvær ferðir um árið. Í Havn í apríl/mai og aðruhvørja ferð í Suðuroy og í VEKS samtakinum, sum fevnir um kommunurnar Vestmanna, Eiði, Kvívík og Sunda kommuna, í september.

Øll tey eldru fór hugagóð til ymisku uppgávurnar, ið vóru sera fjølbroyttar.

Stólaspælið er eins stuttligt, tá tú er vorðin pensjónist, sum tá tú vart barn.

Kappingarhugurin hjá teimum eldru bagdi einki. Kappast var heilhjartað, fyri at vinna. Her verður kappast í inniróðri.

Handalagið tóktist eins gott og tað altíð hevði verið, tá seymirnir skulu sláast í fjølina.

Hetta spælið kennir hvørt mansbarn í dag frá sosialu miðlum sum TikTok, Youtube, Snapchat og øðrum.

Vøddarnir vikna við aldrinum, og tí er umráðandi at venja teir, serliga tá tú ert vorðin eldri.

Vinnarar verða kosnir og fáa heiðursmerki handa, áðrenn dagurin endar við felags døgurða.

Er kopiera