Vinstriflokkurin skal hava nýggjan formann

Vinstriflokkurin skal hava nýggjan formann
Jakob Ellemann-Jensen sigur, at hann skuggar fyri, at flokkurin fær framgongd, og tí leggur hann frá sær
Jakob Ellemann-Jensen hevur verið formaður í Vinstra seinastu fýra árini.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
23.10.2023 - 11:23

Vinstriflokkurin í Danmark skal hava nýggjan formann.

Á tíðindafundi fyrrapartin boðaði Jakob Ellemann-Jensen frá, at hann leggur frá sær sum floksformaður, og at hann gevst í politikki.

Jakob Ellemann-Jensen hevur verið formaður í Vinstra seinastu seinastu fýra árini.

Tá Jakob Ellemann-Jensen kom aftur úr sjúkrafarloyvi, tók hann aftur við sessinum sum verjumálaráðharri, men stutt eftir segði hann henda ráðharrasessin frá sær, og tók við sum búskaparmálaráðharri.

 

Stephanie Lose verður organisatoriskur leiðari í Vinstra, til landsfundin, sum verður í november. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

At Jakob Ellemann-Jensen nú gevst í politikki, hevur við sær, at Troels Lund Poulsen, sum hevur verið verjumálaráðharri, eisini verður varaforsætisráðharri í stjórnini og fyribils búskaparráðharri.

Stephanie Lose, sum er næstforkvinna í flokkinum,  verður organisatoriskur leiðari í Vinstra, til landsfundin í november. 

Tað vóru eisini tey bæði, sum tóku um endan, tá Jakob Ellemann-Jensen fór í sjúkrafarloyvi.

 

Troels Lund Poulsen er nú aftur bæði verju- og búskaparráðharri. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Skuggar fyri 

Vinstriflokkurin hevur ongantið staðið seg so illa í veljarakanningunum sum nú, og á tíðindafundinum fyrrapartin segði Jakob Ellemann-Jensen, at hann skuggar fyri, at flokkurin fær framgongd.

- Tí taki eg avleiðingarnar  og leggi frá mær sum formaður. Vinstriflokkurin hevur ikki ta stødd, sum flokkurin eigur at hava, segði fráfarandi formaðurin.

Veljarakanningar vísa, at var val nú, hevði Vinstriflokkurin fingið 8,7 prosent av atkvøðunum. 

Síðani Jakob Ellemann-Jensen gjørdist floksformaður í 2019, hava veljararnir vent flokkinum bakið.

Ein veljarakanning, sum danska kringvarpið gjørdi stutt eftir, at Jakob Ellemann-Jensen hevði tikið við sum formaður, stóð flokkurin at fáa 24,6 prosent av atkvøðunum.

Á fólkatingsvalinum í fjør fekk Vinstri 13,3 prosent av atkvøðunum.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286