Væntar at russar seta tiltøk í verk móti Føroyum

Væntar at russar seta tiltøk í verk móti Føroyum
Tilmælið um innflutningsbann er aftursvar til tiltøkini, sum eru sett í verk móti russiskum fiskivinnufyritøkum
Havnarstongsilin fyri russiskum skipum er helst ein partur av frágreiðingini, nú russar hótta við at seta tiltøk í verk móti Føroyum. (Savnsmynd)
 
24.10.2023 - 12:59

Russisku fiskivinnumyndugleikarnir mæla nú til at steðga innflutningi av makreli, sild og lodnu úr Føroyum.

Áheitanin kemur frá "Rosrybolovstvo", sum er ein stovnur undir russiska fiskimálaráðnum.

Í tíðindaskrivi í gjár sigur stovnurin, at hann mælir russisku stjórnini til at seta í verk innflutningsbann á fisk úr Føroyum.

Tíðindastovan TASS viðger eisini málið.

 

Tór Marni Weihe er serkønur í russiskum viðurskiftum. 

 

Í tíðindaskrivinum verður eisini nevnt, at tilmælið um innflutningsbann er eitt aftursvar til tey tiltøk, ið eru sett í verk móti russiskum fiskivinnufyritøkum.

Víðari stendur, at tiltøkini fara ikki ávirka matvørutrygdina hjá Russlandi, tí russisk skip sjálvi fiska hesi fiskasløg.

Tór Marni Weihe, sum er serkønur í russiskum viðurskiftum, sigur, at hann væntar, at russisku myndugleikarnir fara at seta tiltøk í verk móti Føroyum. Hann lýsir fráboðanina frá russisku myndugleikunum soleiðis:

 

24102023_Tor_Marni

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928