Ikki við fyri at vera pyntidukkur

Ikki við fyri at vera pyntidukkur
Sigurin ímóti Olimpija hevur stóran týdning. Ikki bert tí hann er søguligur, men tí KÍ ætlar sær víðari. - Vit eru ikki við fyri at vera pyntidukkur, segði Jákup B. Andreasen
26.10.2023 - 21:12

Um nakar ivaðist, so ivast tey neyvan longur.

Sannførandi Conference League-sigurin hjá KÍ á Olimpija Ljubljana ger, at klaksvíkingar framvegis hava góðar møguleikar at spæla seg víðari í kappingini. 

Tað hevur verið málið frá byrjan, og er tað framvegis, staðfesti KÍ-liðskiparin og málskjúttin, Jákup Biskopstø Andreasen, eftir dystin.

 - Tað hevur alt at siga, at vit fáa tann fyrsta sigurin. Tað er kanska ein sensatión, at vit eru við (í bólkaspælinum, red.), men vit eru við, tí vit ætla okkum víðari. Vit eru ikki við fyri at vera pyntidukkur á vøllinum, segði Jákup Biskopstø Andreasen eftir dystin á Tórsvølli.

Liðskiparin skallaði sjálvur málið til 3-0 eftir horna úr vinstru frá Árna Fredriksberg, eftir at René Shaki Joensen og Páll Klettskarð høvdu givið KÍ eina 2-0 leiðslu fyri steðgin. 

 - Vit hava sum altíð góðar skjúttar, og vit hava eisini liðið til at kunnað seta bóltin inn inni í brotsteiginum, segði KÍ-liðskiparin.

KÍ hevur nú fýra stig aftanfyri Slovan Bratislava, sum hevur seks stig, og Lille, sum er fremst við sjey stigum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. januar
EM-tíðindi 26. januar 2026
203227
Mánadag 26. januar
Mánadagur morgunlestur 26.januar 2026
203179
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Sunnudag 25. januar
EM-tíðindi 25. januar 2026
203191
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084