Russland ávarar vesturheimin

Russland ávarar vesturheimin
Russiski verjumálaráðharrin eggur vesturheimin undir at royna at víðka ósemjuna í Ukraina til landsynningspartin av Kyrrahavinum í Asia.
Sergei Shoigu er verjumálaráðharri í Russlandi
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
30.10.2023 - 09:31

Russiski verjumálaráðharrin, Sergei Shoigu, ávarar vesturheimin ímóti at gera støðuna spentari millum Russland og Ukraina. 

- Tað kann enda við beinleiðis hernaðarligari ósemju millum kjarnorkuveldi, segði Shoigu í talu síni á verjuráðstevnu í Beijing í dag, sambært Reuters.

Í røðuni hartaði hann og skuldsetti londini í vesturheiminum. 

Hann var eisini sinnaður at hava samtalur um, hvussu avtalur og viðurskifti skulu skipast eftir kreppuna í Ukraina.

- Vesturlendski leisturin við áhaldandi at herða ósemjuna við Russland, endar við beinleiðis hernaðarligum ósemjum millum kjarnorkuveldi, og tað kann fáa álvarsligar avleiðingar, sigur Shoigu, sambært russisku tíðindastovuni Tass, sum staturin eigur.

Shoigu segði eisini, at lond í vesturheiminum royna at elva Russlandi til stategiskan miss í einum hybridkríggi. 

 

Russiski verjumálaráðharrin er á verjuráðstevnu í Kina. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Vápnadubbing

Hann leggur vesturheimin undir at royna at víðka ósemjuna í Ukraina til landsynningspartin av Kyrrahavinum í Asia.

- Tey eggja til vápnadubbing í økinum og meira hernaðarligt virksemi. Og tey skipa fyri fleiri og størri hernaðarvenjingum, vísti hann á.

Hann rósti Russlandi og Kina, sum hava fyrimyndarligt samstarv.

Shoigu sigur, at Russland er til reiðar at hava samtalur um, hvat slag av samstarvi og hvørjar avtalur kunnu koma í lag eftir kreppuna í Ukraina. 

 

Serligt átak

Russland umrøðir ikki kríggið í Ukraina sum eitt kríggj, men sum eitt serligt átak og eina kreppu.

Shoigu legði aftrat, at Russland er til reiðar at hava samtalur um, hvussu Vesturheimurin og Russland kunnu virka saman.

Hann legði dent á, at Russland ikki hevur lækkað markið fyri, nær tað kann brúka kjarnorkuvápn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286