Hondbóltslandsdysturin í kvøld verður stroymdur her á heimasíðuni

Hondbóltslandsdysturin í kvøld verður stroymdur her á heimasíðuni
Hóast Kringvarpið er rættiliga veingjaskorið í dag, orsakað av samhugaverkfallinum hjá Starvsfelagnum, so verður hondbóltslandsdysturin í kvøld stroymdur her á heimasíðuni
Elias Ellefsen á Skipagøtu og hinar stjørnurnar á føroyska manslandsliðnum í hondbólti vera at síggja her á heimasíðuni í kvøld
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.11.2023 - 13:06

Samhugaverkfallið hjá Starvsfelagnum Kringvarp Føroya hevur tíverri rakt Kringvarpið so mikið meint, at bæði Dagur og vika og Gekkurin máttu takast av sjónvarpsskránni í kvøld. 

Men tøknin í dag er so mikið snild, at kringvarpsgjaldararnir ikki verða snýttir fyri hondbóltslandsdystin við monnum millum Ísland og Føroyar, sum verður spældur í kvøld. 

Stroymingin av dystinum her á heimasíðuni varð gjørd klár, áðrenn Kringvarpshúsið í Sortudíki varð lagt rættiliga lamið í dag.

Tí kunnu fólk gleða seg til, at dysturin verður síggja á heimasíðu Kringvarpsins, kvf.fo, frá klokkan 19.25 í kvøld. 

Talan er um týðandi vinardystir í fyrireikingini til EM-endaspælið í januar.

Seinni dysturin, ið verður spældur í morgin, verður sum ætlað vístur í sjónvarpinum frá klokkan 17.25. 

Hvat: Ísland - Føroyar
Hvar: her á heimasíðuni (https://kvf.fo/live/2)
Nær: í kvøld, kl. 19.25

STROYMUR TIL DYSTIN Í KVØLD SÆST HER

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011