ST-leiðarar mæla til vápnahvíld í Gasa

ST-leiðarar mæla til vápnahvíld í Gasa
Tað kann ikki góðtakast, at eitt heilt fólk er kringsett og fyri álopi, siga ST-leiðararnir, sum eisini vilja hava Hamas at lata ísraelsku gíslarnar leysar
Síðani Ísrael fór at svara álopunum frá Hamas úr Gasa-geiranum aftur, hava 9.970 palestinar latið lív. 1400 ísraelsmenn eru deyðir
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
06.11.2023 - 08:22

18 ST-leiðarar mæla í felags samtykt staðiliga til vápnahvíld í Gasa, skrivar Ritzau-tíðindastovan.

Leiðarar í øllum teimum stóru ST-stovnunum sendu í gjár felags boð, har teir argast um talið á sivilfólki, sum hava latið lív í Gasa, og mæla til, at vápnahvíld alt fyri eitt verður sett í verk í bardaganum millum Ísrael og palestinska Hamas.

Millum teir 18 ST-leiðararnar eru leiðararnir fyri Unicef, matvørustovnin hjá ST og Heimsheilsustovnin, WHO.

Í út við ein mánað hevur heimurin sæð støðuna í Ísrael og hersettu palestinsku økjunum, og øll tey lív, sum eru syndrað, síðani Hamas 7. oktobur leyp á Ísrael, skriva ST-leiðararnir.

1.400 fólk, flestu teirra sivilfólk, lótu sambært ísraelskum myndugleikum lív í tí álopinum.

Síðani hevur Ísrael framt álop á Gasa, sum hava dripið í minsta lagi 9.770, eisini serliga sivilfólk, sambært heilsumyndugleikunum í Gasa.

 

Kann ikki góðtakast

Eitt heilt fólk er kringsett og fyri álopi, og fær ikki lívsneyðuga hjálp, men verður bumbað við hús, í bumbuskýlum, á sjúkrahusum.

- Hetta kann als ikki góðtakast, stendur í áheitanini.

ST-leiðararnir biðja Hamas sleppa teimum 240 gíslunum leysum, sum bólkurin tók í álopinum, og biðja inniliga báðar partar virða skyldur sínar sambært altjóða rætti.

Tørvur er eisini á mati, vatni, heilivági og brennievni í Gasa, verður sagt.

- Tørvur er á humaniterari vápnahvíld alt fyri eitt. Ein mánaður er liðin, og hetta má fáa ein enda, siga teir 18 ST-leiðararnir.

 

Neyðhjálp úr Jordan

Í nátt hevur flogvápnið í Jordan tveitt medisinska hjálp og heilivág niður til eitt jordanskt sjúkrahús á hermótinum í Gasa-geiranum.

Tað skrivar jordanski kongurin, Abdullah annar, í boðum á sosiala miðlinum, X.

Tað er skylda okkara at hjálpa brøðrum og systrum, sum eru særd í krígnum í Gasa. Vit fara altíð at hjálpa palestinsku brøðratjóð okkara, skrivar hann.

Hjálpin varð tveitt í samráði við ísraelskar myndugleikar, upplýsir jordanska flogvápnið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. desember
Upp á tá - 271224
185644
Leygardag 28. desember
Morgunlestur leygardagur 28. desember 2024
185003
Fríggjadag 27. desember
TEMAPLÁTAN: 'The Montreaux Album', Smokie, 1978
185635
Fríggjadag 27. desember
Vikuskiftið 27 des 2024
185619
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. desember
Transformatión
185627
Fríggjadag 27. desember
Hon leyp á leistum
167984
Fríggjadag 27. desember
Veðrið
185616
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652