KÍ kann taka stórt stig í Ljubljana

KÍ kann taka stórt stig í Ljubljana
Við trimum stigum í Ljubljana í kvøld er ikki óhugsandi, at KÍ kann spæla seg víðari úr Conference League-bólkaspælinum á heimavølli ímóti Slovan Bratislava 30. november
Patrick Da Silva og hinir í krútsterka KÍ-liðnum skulu í kvøld royna at taka eitt stórt fet fram ímóti at spæla seg víðari í UEFA Conference League
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.11.2023 - 12:27

Við sigri á Olimpija Ljubljana í kvøld er ikki ósannlíkt, at KÍ kann spæla seg víðari úr Conference League-bólkaspælinum, tá Slovan Bratislava vitjar á Tórsvølli síðst í november.

Um tað eydnast at vinna á Stadion Stožice koma klaksvíkingar upp á sjey stig. Slovan Bratislava hevur seks stig undan fjórða umfari, men spæla ímóti franska liðnum, Lille, sum er oddalið og favorittur í Bratislava í kvøld.

 - Vit mugu hava 10 stig (fyri at koma víðari, red.), tað eri eg nokkso vísur í. Um vit ikki fáa fult, mugu vit vinna tveir teir síðstu, og tað verður munandi verri, segði KÍ-venjarin, Magne Hoseth, við portal.fo eftir venjingina í gjár.

 

Sami taktikkur

Slovenska liðið fekk harðar atfinningar fyri tapið á Tórsvølli fyri tveimum vikum síðan. Tí vænta KÍ-spælararnir ein munandi truplari dyst í kvøld ímóti einum sperdum heimaliðið, sum skal reisa seg eftir dystin í Føroyum.

 - Vit vita, at hetta er eitt gott lið, sum vit spæla ímóti, hóast nógv kanska ikki hildu tað, tá vit spældu á Tórsvølli seinast, men vit vænta, at dystarmyndin verður nøkulunda hin sama, segði Árni Fredriksberg við portal.fo.

 - Teir hava okkurt at prógva eftir dystin á Tórsvølli, og tí vænti eg, at teir koma at leggja hart út, men fyri okkum er tað sama galdandi; Tað harða arbeiði, viljin, at halda málið reint og so at skora málið, sum vit hava tørv á, tá kjansurin kemur, sigur KÍ-vongurin, sum hevur lagt upp til trý mál í bólkaspælinum.

Olimpija Ljubljana - sum eins og KÍ er í sínum fyrsta bólkaspæli - hevur onki stig fingið enn, og í landskappingini hevur høvuðsstaðarliðið ikki vunnið á heimavølli síðstu tríggjar dystirnar. 

Stadion Stožice tekur umleið 16.000 áskoðarar, men sambært bolt.fo eru bert 2500 atgongumerki seld til dystin í kvøld.

 - Eg vænti ikki, at tað skal so nógv til, áðrenn teir verða sperdir, og so liggur tað á okkum at spæla ein góðan dyst, sigur Magne Hoseth, sambært portal.fo. 

 

Lyklaspælari skaddur

Ein av heilt stinnu spælarunum hjá KÍ í Evropa í summar er René Shaki Joensen. Hann er skaddur og er ikki við í Slovenia. Tað er Hallur Hansson heldur ikki, og líkt er til, at miðvallarin verður uttanfyri í eina tíð.

Hinvegin er Odmar Færø klárur, og hann verður helst í miðverjuni saman við Heina Vatnsdal og Vegard Forren, og teirra avrik verður enn sum áður týdningarmikið í royndini hjá KÍ at fáa síni fyrstu útivallarstig í Conference League

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. januar
Góðan morgun Føroyar
185949
Týsdag 7. januar
Morgunlestur týsdagur 7. januar 2025
185729
Mánadag 6. januar
Hilmar Heinesen: Glaður fyri lívið
185937
Mánadag 6. januar
Upp á gólv á Trettanda
185914
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740