Samráðast aftur við Russar

Samráðast aftur við Russar
Føroyar fara nú at samráðast við Russland um nýggjan fiskiveiðisáttmála. Tað hevur landsstýrið gjørt av í dag
10.11.2023 - 19:42

Føroysku flakatrolararnir skulu sleppa í russiska partin av Barentshavinum - eisini eftir nýggjár. Og russisk skip skulu sleppa í føroyskan sjógv.  Tað ætlar Føroya Landsstýri, sum í dag hevur gjørt av at fara aftur til samráðingar við russar um at leingja fiskiveiðisáttmálan, sum vit hava havt síðani 1977.

Drúgv politisk viðgerð hevur verið av málinum seinastu tíðina, og í gjár gav uttanlandsnevndin landsstýrinum svar upp á ráðførsluna, sum landsstýrið fór í tingið við týsdagin.

Sum skilst, er breið politisk semja um at halda fram við samstarvinum við russar. Eisini tvørtur um samgongu- og andstøðuásin.

Landsstýrið hevur lagt upp til at fara til samráðingar um at leingja fiskiveiðuavtaluna, men við teirri broyting, at tey ætla at royna at ganga bretska ynskinum á møti um, at russisk skip ikki skulu fiska inni í felags serøkinum millum Føroyar og Bretland sunnanfyri.

Avgerðin hjá landsstýrinum er tikin fyri lítlari løtu síðani.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, er gestur í sjónvarpsstovuni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342