
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur

Atlantic Petroleum fer nú aftur at leita eftir olju á føroyska landgrunninum.
Felagið verður partur av umsøkjarafelagnum, sum skal byggja upp leitimið og kanna, um grundarlag er fyri at fara víðari við oljuleitingini við Føroyar.
Umsókn er latin Jarðfeingi, sum er føroyski myndugleikin á økinum.
Tað er gjørt gjøgnum eitt felag, sum í løtuni er undir stovnan. Atlantic Petroleum væntar at eiga 40 prosent av partapeninginum í umsøkjarafelagnum. Men Atlantic Petroleum skal ikki sjálvt rinda fyri henda partin - hinir partarnir í felagnum bera kostnaðin.
Tað eru fleiri viðurskifti, sum aftur gera økið á føroyska landgrunninum áhugavert, sigur nevndarformaðurin i í Atlantic Petroleum, Mourits Joensen.
Atlantic Petroleum hevur verið í fíggjarligum trupulleikum í longri tíð, men so forðar tað ikki nýggju ætlanunum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: