- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgmaður á útnorðurfundi í Íslandi um trygd og Arktis

Stjórnarleiðararnir í útnorðri, Íslandi, Grønlandi og Føroyum, hittast í dag.
Kristrún Frostadóttir, forsætisráðharri hevur boðið teimum.
Jens-Frederik Nielsen, formaður í grønlendska landsstýrinum, og Beinir Johannesen, løgmaður, fara at hava fund við forsætisráðharran.
Hetta er fyrstu ferð, at stjórnarleiðararnir í útnorði hittast persónliga í einum av londunum at tosa um mál av felags áhuga. Harumframt er hetta fyrsta vitjanin hjá bæði Jens- Frederik Nielsen og Beini Johannesen í Íslandi sum stjórnarleiðarar.
Kristrún Frostadóttir. (Mynd: Leonhard Foeger/Reuters/Ritzau Scanpix)
Norðuratlantshav og Arktis
- Tað er ein stór gleði at kunna taka ímóti umboðum fyri okkara nærmastu grannalond og kjakast við tey um okkara felags áhugamál og serstøku støðu her í Norðuratlantshavi og í Arktis, sigur Kristrún Frostadóttir, forsætisráðharri, sambært heimasíðuni hjá íslendska forsætisráðnum.
Stjórnarleiðararnir skulu kunna seg um støðuna á trygdarøkinum á flogvøllinum í Keflavík og eisini hava fund við altjóða íleggjarar, sum hava útnorður sum fokusøki.
Jens-Frederik Nielsen.
- Útnorðurøkið, sum okkara lond hoyra til, hevur verið miðdepil í orðaskiftum í altjóða viðurskiftum seinastu mánaðirnar. Vit, sum búgva her, varnast eisini avbjóðingarnar í trygdarskipanini í Norðuratlantshavi og taka okkara ábyrgd í álvara. Tað er umráðandi, at vit tosa um støðuna á hesum øki - og ikki minni, at vit umrøða okkara týdningarmiklu møguleikar, sigur Kristrún Frostadóttir, forsætisráðharri.


























