Miðil: Gongur illa hjá Bakkafrosti í Skotlandi

Miðil: Gongur illa hjá Bakkafrosti í Skotlandi
Stóra fellið i triðja ársfjórðingi hevur kostað felagnum 42 milliónir
Fellið hjá Bakkafrosti í Skotlandi hevur kostað nógvan pening.
 
07.10.2026 - 13:51

Tað gongur illa hjá Bakkafrosti í Skotlandi, skrivar norski miðilin iLaks. 

Miðilin vísir til seinastu frágreiðingina frá Bakkafrost til partaeigararnar fyri triðja ársfjórðing.

Bakkafrost upplýsir, at tað hevur kostað felagnum 42 milliónir krónur, at fellið triðja ársfjórðing hevur verið so stórt í Skotlandi.

I triðja ársfjórðingi hevur Bakkafrost tikið tilsamans 27.600 tons av laksi, - 23.100 tons í Føroyum og 4.500 tons í Skotlandi. 

Tikni laksurin í Føroyum vigaði í miðal fimm kilo, og skotski laksurin vigaði trý kilo, skrivar iLaks. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541