Hoyvíkskvinnur royna seg í fremstu røð

Hoyvíkskvinnur royna seg í fremstu røð
Ungu kvinnurnar í FC Hoyvík hava leingi gjørt vart við seg í ungdómsfótbólti, har tær hava vunnið bæði meistaraheiti og steypakappingar. Nú royna tær seg í bestu deildini
14.11.2023 - 15:00

Næsta ár spæla kvinnurnar hjá FC Hoyvík í bestu deildini.

Í nógv ár hava tær gjørt vart við seg í ungdómsfótbólti, har tær hava vunnið meistaraheiti og steypakappingar, og í fjør spældu tær í 1. deild.

Nú er tíðin komin at royna seg millum tey bestu, siga kvinnurnar og formaðurin, Fróði Danielsen.

 - Eg haldi, at tað er ordiliga spennandi. Hetta verður ein stór avbjóðing, men vit eru til reiðar, sigur Hellen Simonsen.

 - Tað var ein løtt avgerð at taka og ein neyðug avgerð at taka, sigur Fróði Danielsen. 


Tilfeingið er gott

Felagið ásannar, at tilboðið hevur ikki nøktandi, tá evnaríku spælararnir røkka vaksnamannaaldur.

 - Tí hava vit verið noydd at taka hetta stigið. Vit royndu fyrst við 1. deild, og nú fara vit upp í Betri-deildina. Tað eru spælararnir, sum bera hetta fram. Teir vilja fegnir hetta, sigur Fróði Danielsen.

 - Vit hava nóg nógvar spælarar í Hoyvík, men allar eru vælkomnar at royna seg, sigur Hellen Simonsen.

Ein týðandi táttur manglar í enn, um royndin hjá hoyvíkingum í bestu deildini skal eydnast. Kvinnurnar hava ongan venjara fingið enn.

 - Tann ábyrgdin liggur hjá nevndini nú, sigur Fróði Danielsen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. januar
Mono 080125 - 1. sending
186041
Mikudag 8. januar
Skratsj 8. januar 2025
186039
Mikudag 8. januar
Góðan morgun Føroyar
186014
Mikudag 8. januar
Morgunlestur mikudagur 8. januar 2025
185731
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896