Kanning fær góða undirtøku, men fleiri skulu við

Kanning fær góða undirtøku, men fleiri skulu við
Fólkaheilsustýrið vónar, at tilsamans tveir triðingar fara at svara
Meira enn 60 prosent av teimum 8.000 spurdu hava svarað spurnablaðnum ”Hvussu hevur tú tað?” (Savnsmynd)
 
13.11.2023 - 15:41

Tað hevur gingið væl at fáa føroyingar at siga Fólkaheilsustýrinum frá, hvussu teir hava tað. 

Meira enn 60 prosent av teimum 8.000 spurdu hava svarað spurnablaðnum ”Hvussu hevur tú tað?” á Vanganum. 

Kortini heitir Fólkaheilsustýrið á enn fleiri um at svara, áðrenn freistin er úti á midnátt.

- Tess fleiri svara, tess betri, sigur Vár Honnudóttir, verkætlanarleiðari, og leggur dent á, at svarprosentið hevur týdning fyri virðið á kanningini. 

 

Tveir triðingar

- Umboðanin higartil er rættiliga góð, økini eru javnt umboðað, allir aldursbólkar eru við, og bæði kyn eru eisini væl umboðað. 

Tey eru væl nøgd í Fólkaheilsustýrinum, men vóna kortini, at endaspurturin verður so mikið góður, at tilsamans tveir triðingar fara at svara.

Tað er til gagns fyri okkum øll í Føroyum, at vit fáa føroysk hagtøl um heilsu, sjúku og trivnað hjá føroyingum, sigur Fólkaheilsustýrið. 

Hetta er serstøk vitan, sum kann brúkast til at raðfesta átøk á heilsuøkinum, skrivar Fólkaheilsustýrið, og vísir til, at spurnablaðið er tøkt á Vanganum undir Fólkaheilsustýrinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328