Fyrireika nú samráðingar við onnur fakfeløg

Fyrireika nú samráðingar við onnur fakfeløg
Mánadagin hittir Lønardeildin Akademikarafelagið
Lønardeildin fer nú at samráðast við onnur feløg á almenna arbeiðsmarknaðinum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
17.11.2023 - 15:19

Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum fyrireikar nú sáttmálasamráðingar við hini feløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum. 

Mánadagin hittir Lønardeildin Akademikarafelagið.

Eisini eru samráðingar komnar væl áleiðis við Búskapar- og løgfrøðingafelagið, Lærarafelagið og Pedagogfelagið. 

Samráðingar við Fysioterapeutfelagið og Ergoterapeutfelagið byrja eisini í næstu viku.

Jan Mortensen, stjóri á lønardeildini, sigur, at avtalað er at senda tilfar og uppskot til semju til nøkur av feløgunum, og ætlanin er at hitta feløgini skjótast gjørligt.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083