Havnin og Sandoyggin umrøða skúlasamstarv

Havnin og Sandoyggin umrøða skúlasamstarv
Borgarstjórin i Skálavík heldur, at stórir møguleikar eru fyri samstarvi, nú tunnilin letur upp, m.a. breytarsamstarvi
Nú Sandoyartunnilin letur upp, eru møguleikar fyri skúlasamstarvi millum Tórshavnar kommunu og kommunurnar í Sandoynni. (Savnsmynd: Tórshavnar kommuna)
 
17.11.2023 - 18:00

Tórshavnar kommuna og kommunurnar í Sandoynni hava umrøtt møguleikan at samstarva á skúlaøkinum

- Hetta er ein upplagdur møguleiki, nú Sandoyartunnilin fer at lata upp fyri ferðslu, sigur borgarstjórin í Skálavíkar Kommunu.

 

Tórshavnar kommuna og Sands kommuna hava avtalað samstarv um tilbúgving, og nú umrøða  kommunurnar eisini møguleikan fyri skúlasamstarvi. (Mynd: Tórshavnar kommuna)

 

Heri Sverrason, borgarstjóri á Sandi og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, hittust í gjár, har teir eisini umrøddu møguleikan fyri skúlasamstarvi. 

Linjohn Christiansen, borgarstjóri í Skálavíkar kommunu, heldur, at møguleikar eru fyri breytarsamstarvi.

Partarnir hittast aftur at umrøða samstarvsmøguleikarnar á skúlaøkinum fyrst í nýggja árinum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

17112023_Skulasamstarv

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083