Minni innflutningur

Minni innflutningur
Samlaði innflutningurin fyrstu níggju mánaðirnar í ár var 8,7 milliardir krónur. Tað eru 240 milliónir krónur minni enn sama tíðarskeið í fjør.
 
18.11.2023 - 17:50

Fremsta orsøkin til minkingina var fallandi innflutningsvirði av brennievni og skipum og flogførum. Oljuprísurin er lækkaður seinasta hálva árið, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum. 

Størsti innflutningsvøksturin er í bólkinum "rávøra til fiskavirking", sum fyri tað mesta er feskur toskur og makrelur. Har er innflutt fyri 153,2 milliónir krónur, sum er ein vøkustur upp á 26,8 prosent. 

Eisini er stórur vøkstur í innflutningi av tilfari til hav- og landbúnað, sum fyri tað mesta er alifóður. Innflutningsvirðið á hesum er 148 milliónir krónur ella 25 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328