Próvtøku í at týna rottu

Próvtøku í at týna rottu
Tilsamans 14 fólk frá kommunum kring landið og Strandfaraskipum landsins hava í vikuni verið á skeiði um at fyribyrgja og týna rottu
14 fólk hava nú fingið løggilding í at týna rottu
 
19.11.2023 - 17:03

Skeiðið, sum hevur verið á Hotel Hafnia í Havn, hevur fevnt um fyrilestrar, bólkaarbeiði, praktiskar royndir og kjak millum luttakararnar.

Endað varð fríggjadagin við próvtøku, sum gevur luttakarunum møguleika at fáa løggilding í fimm ár til at fyribyrgja og týna rottu.

Enn er eingin rotta í Fugloy, Svínoy, Kalsoynni, Nólsoy, Hest i, Koltri, Sandoynni, Mykinesi, Skúvoy, Stóru Dímun og Lítlu Dímun, og nógv verður gjørt fyri at fyribyrgja, at rotta kemur á hesar oyggjar.

Hetta var aðru ferð, at Umhvørvisstovan skipaði fyri slíkum skeiði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328