Treytaleysa fongsulsrevsing í Føroya rætti - frídømdur í landsrættinum

Treytaleysa fongsulsrevsing í Føroya rætti - frídømdur í landsrættinum
Prógvini vóru ikki nóg góð, sigur landsrætturin
Landsrætturin hevur verið í Føroyum seinastu dagarnar, og hann kemur aftur til Føroya í mars næsta ár. (Savnsmynd)
 
20.11.2023 - 08:58

Ein maður, sum í Føroya rætti fekk tríggjar mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri grovan harðskap, er frídømdur í Eystari landsrætti.

Hann var dømdur í Føroya rætti fyri at hava framt harðskapin saman við einum øðrum manni.

Men tað er ikki prógvað, at hann var við í gerðini, sigur landsrætturin, sum tí frídømdi mannin. 

 

Viðgjørdi revsilógarbot

Eystari landsrættur viðgjørdi nøkur revsilógarbrot, nú hann var í Føroyum.

Tvey mál vóru um harðskap móti fólki, sum eru í almennari tænastu.

Í øðrum førinum fekk tann ákærdi tríggjar mánaða treytaða fongsulsrevsing í Føroya rætti. 

Landsrætturin broytti dómin, og gjørdi revsingina treytaleysa.Í hinum førinum var dómurin eisini broyttur.

Ákærdi fekk 60 daga treytaleysa fongsulsrevsing í Føroya rætti. 

Landsrætturin gjørdi revsingina treytaða við treyt um samfelagstænastu.

 

Djóravælferð

Landsrætturin viðgjørdi eisini eitt brot á djóravælferðarlógina. 

Málið er um seyð, sum møguliga er skammfarin. 

Tað málið er tikið upp til dóms. Dómurin verður sagdur hósdagin.

Eystari landsrættur kemur aftur til Føroya hálvan mars næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083