Shakira sleppur undan rættarmáli

Shakira sleppur undan rættarmáli
Sangarinnan fær í staðin bót, sum svarar til helvtina av tí, hon skyldaði í skatti
Shakira sleppur undan rættarmáli, men hon skal gjald bót í staðin.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
20.11.2023 - 10:26

Tónleikarin Shakira hevur gjørt avtalu við sponsku skattamyndugleikarnar um at sleppa undan rættarmáli. 

Tað boðar dómarin frá, sambært Reuters.

Rættarfundur skuldi vera í Barcelona í dag í málinum, har hon var ákærd fyri ikki at hava uppgivið 14,5 milliónur evrur í skatti.

Tað svarar til góðar 108 milliónir krónur, og hon kundi fáa upp í átta ára fongsul og 24 milliónir evrur í bót, skrivar The Guardian.

 

117 vitni

Spanska ákæruvaldið hevði kallað inn 117 vitni fyri at prógva, at hon var spanskur ríkisborgari, eitt nú dansilærarar, frisørar, serlæknar í kvinnusjúkum, tøkningar í upptøkuhølum og bilstjóran hjá henni.

Skattavaldið hevur eisini sagt, at Shakira við beráddum huga hevur skákað sær undan at rinda skatt.

46 ára gamla sangarinnan hevur undan rættarfundinum svorið uppá, at hetta eru falskar ákærur, og at hon fer at stríðast fyri rættvísi.

Í dag, sama dag, sum rættarmálið skuldi byrja, hevur hon gjørt avtalu við sponska skattavaldið fyri at sleppa undan sakarmáli. Hon fær í staðin bøtur, sum svara til helmingin av tí, sum hon skyldaði í skatti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101