Lív byggir nýtt høvuðssæti á Óðinshædd

Lív byggir nýtt høvuðssæti á Óðinshædd
Tað verður lættari hjá fólki at koma inn í bygningin, sum eisini verður umhvørvisvinarligari, sigur Jan Jakobsen, stjóri, sum ikki vil siga kostnaðin fyri verkætlanina enn
Skitsa av nýggja høvuðssætinum hjá tryggingarfelagnum Lív á Óðinshædd.
Mynd: Lív  
 
24.11.2023 - 17:04

Tryggingarfelagið Lív byggir nýtt høvuðssæti á Óðinshædd í Havn.

Bygningurin verður tríggjar hæddir, har tvær av hæddunum ætlandi skulu leigast út. Tryggingarfelagið væntar at flyta inn í nýggja høvuðssætið við árskiftið 2025/26.

Samanborið við verandi høvuðssæti hjá Lív í miðbýnum í Havn, verður tað lættari hjá fólki at koma inn í bygningin á Óðinshædd, sum eisini verður umhvørvisvinarligari.

Skitsa av høvuðssætinum hjá Lív.

Einki gistingarhús kortini

Upprunaliga ætlaði Jóan Petur Vang, byggimeistari, at byggja gistingarhús á grundstykkinum á Óðinshædd. Men tann ætlanin var slept, tí sambært honum er framtíðin í hotellvinnuni ov óviss.

Í summar keypti Lív partafelagið Óðinshædd 11 frá Jóan Peturi Vang, har grundstykkið fylgdi við. 

Hoyr innslag í útvarpstiðindunum: 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328