- Tíðindi, mentan og ítróttur
Svimjihylur í Svínoy: Vilja hava kommununa við
Svimjihylur í Svínoy: Vilja hava kommununa við
Felagið hevur fingið 75.000 krónur frá landinum, men hevði viljað, at Klaksvíkar kommuna eisini kundi hjálpt til fíggjarliga

Svimjihylurin í Svínoy er frá 1933
25.11.2023 - 14:20
Nevndin í áhugafelagnum fyri svimjihylin í Svínoy fegnast um, at farið er í gongd við at bøta um svimjihylin.
Áhugafelagið kundi tó hugsað sær, at meira pengar vóru settir av til verkætlanina næsta fíggjarár, so arbeiðið kundi verið gjørt liðugt.
Felagið hevur fingið 75.000 krónur frá landinum sum útoyggjastuðul, men vildi ynskt, at Klaksvíkar kommuna, sum Svínoy er partur av, eisini kundi hjálpt til fíggjarliga.
Tað er tó kommunan, sum hevur sett formar upp og stendur fyri arbeiðinum, ið skal gerast, og fyrst verður hylurin umvældur, har hann er ringast farin.
Svimjihylurin í Svínoy er frá 1933, tá ið lærari og næmingar gjørdu hann.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























