Gadus og Emerald liggja báðir í Båtsfjord

Gadus og Emerald liggja báðir í Båtsfjord
Tveir av størstu og nýggjastu trolarum í føroyska flotanum, Gadus og Emerald, liggja í løtuni báðir við bryggju í Båtsfjord í Norðurnoregi
Gadus hevði bara fiskað í 12 dagar á sínum fyrsta túri, tá ein brennievnispumpa brotnaði
Mynd: Savnsmynd  
 
25.11.2023 - 15:56

Hanus Hansen, stjóri í JFK og reiðari, sigur, at Gadus mátti inn, tí ein brennievnispumpa brotnaði. Gadus hevði tá fiskað í 12 dagar í Barentshavinum.

Hanus Hansen sigur, at tað sjálvandi er harmiligt, tá slíkt hendir, tí tað sum vera man órógvar fiskiskapin. Hann sigur, at væntandi sleppur Gadus aftur til fiskiskap í morgin ella ovurmorgin.

Gadus er spildurnýggjur og var júst farin undir sín fyrsta túr, tá brennievnispumpan fór. Hanus Hansen sigur, at hóast skipið er nýtt, so er tað ikki óvanligt, at slík óhapp henda. Annars hevur nýggi Gadus roynst væl higartil, sigur Hanus Hansen, reiðari.

Emerald kom eisini inn á Båtsfjord í gjár, og servicemenn hava verið umborð og hugt eftir onkrum møguligum breki. Emerald hevur havt byrjunartrupulleikar og hevur bara fiskað í ein mánað, hóast teir nú hava verið burtur í tveir mánaðir.

John Mikkjal Godtfred, skipari á Emerald, sigur, at teir væntandi fáa boð mánadagin um, nær teir kunnu fara út aftur.

Hann sigur, at fiskiskapurin kundi verið frægari. Teir hava 300 tons inni í løtuni, men hetta er heldur ikki besta tíð til rækjufiskiskap, sigur skiparin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328