Øssur nýggjur venjari í AB

Øssur nýggjur venjari í AB
Nýggi venjarin er kendur í føroyskum fótbólti, tí tað verður 52 ára gamli toftamaðurin og landsliðshetjan, Øssur Hansen, sum fer at standa á odda fyri 1. deildarliðnum hjá AB.
 
27.11.2023 - 20:24

Argja Bóltfelag kunnger í kvøld, at nýggjur venjari er settur til besta mansliðið, sum júst er flutt niður úr Betrideildini í 1. deild. Nýggi venjarin er eitt kent navn í føroyskum fótbólti, tí tað verður 52 ára gamli toftamaðurin og landsliðslegendan, Øssur Hansen, sum nú skal standa á odda fyri 1. deildarliðnum hjá AB. Sáttmálin millum partarnar er í fyrstu syftu galdandi í tvey ár, skrivar felagið..

Øssur Hansen hevur nógvar royndir í føroyskum fótbólti - bæði sum leikari og venjari. Hann hevur spælt yvir 350 dystir fyri besta liðið hjá B68, og harafturat spældi hann heili 51 landsdystir, har hann skoraði tvey mál við sínum tiltikna vinstra beini.

Sum venjari hevur Øssur Hansen í tveimum syftum verið høvuðsvenjari hjá barndómsfelagnum, B68. 

Málið hjá AB í komandi kappingarári er at flyta uppaftur í bestu deildina, og síðani verður avbjóðingin at skapa eitt lið, sum megnar at varðveita eitt støðugt pláss í bestu mansdeildini. 

Øssur er ein sera nærlagdur og miðvísur venjari, og Argja Bóltfelag metir, at felagið hevur funnið rætta mannin at stjórna teirra besta liði. Hann hevur A-venjaraprógv, og umframt at vera høvuðsvenjari hjá AB, heldur hann eisini fram sum U19-landsliðsvenjari hjá dreingjum komandi árið. 

Samstundis takka AB nú fráfarna venjaraparinum, Símuni Eliasen og Morten Overgaard, fyri seinasta hálvárið, har teir báðir stóðu á odda fyri liðnum. 

Nú verður hugt frameftir, og fyrireikingarnar hjá 1. deildarhópinum hjá AB í 2024 fara at byrja heilt skjótt.

Vælkomin til AB, Øssur, skrivar heimasíðan hjá AB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974