Jólini koma við hornorkestrinum

Jólini koma við hornorkestrinum
Klaksvíkar Hornorkestur hevur úr at gera í hesum døgum, nú jólatrø verða tendrað í bygdunum norðanfyri
30.11.2023 - 20:56

Í gjárkvøldið vóru tey og blástu í Kalsoynni, har jólatrø vóru tendrað á Syðradali, á Húsum, í Mikladali og á Trøllanesi. 

- Hetta hava vit gjørt síðani 2006, tá ið bygdirnar Trøllanes og Mikladalur løgdu saman við Klaksvíkar Kommunu, sigur Hanus Kjølbro, næstformaður í Klaksvíkar Hornorkestri.

Seinni komu Húsar og Syðradalur upp í kommununa, so nú spælir hornorkestrið í øllum bygdunum á Kalsoynni, tá ið jólatrøini verða tendrað.

- Fyri okkum byrja jólini, tá ið hornorkestrið kemur í bygdina at tendra jólatræ, so hetta hevur stóran týdning, sigur Paulina Eliasen, sum býr á Syðradali. 

Byrjað var á Syðradali, har tey, sum lýddu á, eisini fingu kaka og bollar. Síðani var farið til Húsar, so til Trøllanesar og endað var í Mikladali, har øll bygdin var boðin til ræsta súpan í fráhaldshúsinum. 

- Hetta hevur stóran sosialan týdning fyri okkum í orkestrinum, og vit gleða okkum á hvørjum ári, sigur Hanus Kjølbro, næstformaður í Klaksvíkar Hornorkestri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. desember
Norðurljóð 22.desember 2025
201436
Mánadag 22. desember
Morgunlestur mánadagur 22.desember 2025
201806
Sunnudag 21. desember
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
201811
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Guðstænasta
201865
Sunnudag 21. desember
Andakt
201817
Sunnudag 21. desember
Møti úr Betesda í Klaksvík
201807
Leygardag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201790