Jóan Petur Vang keypt grundstykkini í Leitinum

Jóan Petur Vang keypt grundstykkini í Leitinum
Runavíkar býráð hevur í dag samtykt at taka undir við avtaluni
Grundstykkini í Leitinum skulu brúkast at byggja íbúðir í ymsum støddum.
 
22.12.2025 - 16:05

Smápartafelagið Jóan Petur Vang keypir grundstykkini í Leitinum í Saltangará til íbúðarbygging.

Tað var samtykt á býráðsfundi í Runavíkar kommunu í dag.

Felagið skrivaði undir avtalu við Runavíkar kommunu fíggjadagin í farnu viku um bygginina í Leitinum, treytað av, at býráðið tók undir við málinum.

Tað hevur býráðið nú gjørt, og smápartafelagið Jóan Petur Vang keypir økið, sum er okkurt um 12.300 fermetrar til víddar.

Hetta felagið byggir frammanundan 45 eigaraíbúðir á havnarlagnum, norðan fyri Fjøruvegin í Runavík. 


Ætlan datt niðurfyri

Í 2021 gjørdi felagið St. Jørgen Ejendomme Aps. avtalu við Runavíkar kommunu um at byggja íbúðir í útstykkingini í Leitinum. 

Tað var smápartafelagið í Leitinum, sum er dótturfelag hjá St. Jørgen Ejendomme Aps., sum skuldi byggja 180 íbúðir í Leitinum.

Verkætlanin datt tó niðurfyri fyrr í ár.

Runavíkar kommunan hevur síðan keypt økið aftur, og í heyst bjóðaði kommunan økið út til íbúðarbygging av nýggjum.

Tað hevur smápartafelagið Jóan Petur Vang nú keypt.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666