Jens Christian og Gudmund fingið gullheiðurstekin Tórshavnar býráðs

Jens Christian og Gudmund fingið gullheiðurstekin Tórshavnar býráðs
Mikudagin fingu Jens Christian Guttesen og Gudmund Mortensen gullheiðurstekin Tórshavnar býráðs. Tað fingu teir fyri sítt stóra íkast til tónleikalívið í Tórshavnar kommunu.
Jens Christian Guttesen og Gudmund Mortensen saman við Elsu Berg, borgarstjóra
Mynd: Tórshavnar kommuna/Erla Ziskasen  
 
22.12.2025 - 15:47

"Tað er ein heiður, at tað verður lagt merki til tað man hevur gjørt." Tað sigur Gudmund Mortensen, sum mikudagin fekk handa gullheiðurstekin Tórshavnar býráðs. Tað sama sigur Jens Christian Guttesen, sum eisini fekk gullheiðurstekin Tórshavnar býráðs. "Tað er ein heiður, at fáa eina slíka viðurkenning."

Gullheiðurstekin Tórshavnar býráðs verður latið borgara, sum í virki sínum á serligan hátt hevur slóðað fyri og verið góð fyrimynd fyri onnur.

 


Gudmund Mortensen við heiðurbrævinum og heiðurstekninum

 

Gudmund Mortensen - undangongumaðurin innan urgutónleik og -undirvísing

Í grundgevingini fyri heiðurin stendur, at Gudmund í langt áramál hevur verið undangongumaður innan urgutónleik í Føroyum. Hann hevur spælt sjálvur og undirvíst í bæði urgu og og hjálærugreinum. Hann hevur røkt organiststarvið í dómkirkjuni í nógv ár. Hetta hevur hann gjørt, síðani hann flutti til Føroya í 2007.
Gudmund Mortensen hevur eisini ment eina urguleikaraútbúgving, sum fleiri urguleikarar í Føroyum hava tikið.

Hoyr samrøðu við Gudmund Mortensen úr tíðindunum:

1784551
 
 

Jens Christian Guttesen við heiðursbrævinum og heiðurstekninum

 

Jens Christian Guttesen - selloleikarin, kórsangarin og kórleiðarin

Í grundgevingin stendur at Jens Christian fær heiðurin fyri hansara stóra íkast til tónleikalívið í Tórshavnar kommunu. Síðani Jens Christian Guttesen flutti heim aftur til Føroya í 1983, hevur hann verið virkin á føroyska tónleikapallinum sum selloleikari, kórsangari og kórleiðari. Sama ár sum hann flutti heim, byrjaði hann at stjórna ebenezerkórinum og tað ger hann enn í dag. Jens Christian Guttesen er eisini ein av stovnandi limunum í Føroya Symfoniorkestri. Hann spældi við, tá Symfoniorkestri hevði sína fyrstu konsert í 1983 og hann spælir enn við í dag. Hann hevur undirvíst í Havn, Klaksvík og aðrastaðni í Føroyum og flest allir føroysku selloleikararnir í symfoniorkestrinum hava verið næmingar hjá Jens Christiani. Jens Christian er glaður fyri viðurkenningina.


 

Hoyr samrøðu við Jens Christian Guttesen úr tíðindunum:

1784552

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Mikudag 25. mars
Stoffskiftissjúkur í Føroyum
206183
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167