Nólsoy hevur kulfaktor!

Nólsoy hevur kulfaktor!
Nólsoy kann lýsast sum tað staðið, har ið markið millum hipstaran og bygdafrellið hvørvur, heldur Maud Wang Hansen, sum býr í Nólsoy og starvast í dagstovninum Látrinum
Bilar ikki hava verið í Nólsoy so leingi, og tað sæst aftur í teimum mongu livandi, hugnaliga og fjálgu uttandura bygdarúmini, halda serfrøðingarnir
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.12.2023 - 15:18

Markið millum býar- og bygdalív er ikki so eyðsýnt í Nólsoy sum í øðrum føroyskum bygdum.

Hetta sæst eisini aftur í spurnarkanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Kulfaktor Føroya.

 

Hvørjar av hesum yvirskriftum setur tú í samband við Nólsoy? Everybody Kvinnur Menn
Umhvørvi og grøn øki 39,40 % 40,68 % 38,26 %
Býarlív (kaffistovur, matstovur, náttarlív og tílíkt) 32,60 % 28,39 % 36,36 %
Mentan og list 28,20 % 22,88 % 32,95 %
Einki av hesum 24,20 % 26,69 % 21,97 %
Størri tiltøk 13,00 % 11,02 % 14,77 %
Fornminni 11,40 % 11,02 % 11,74 %
Kirkjur og samkomur (trúarlív) 2,80 % 3,39 % 2,27 %
Góð byggilist 1,40 % 0,85 % 1,89 %
Vinnulív 1,00 % 1,69 % 0,38 %
Fjølbroytt úrval av handlum 0,80 % 0,42 % 1,14 %
Ítrótt 0,20 % 0,00 % 0,38 %

 

Tey trý fyribrigdini, sum eru ovast á listanum yvir hvat ið fólk seta í samband við Nólsoy, eru "umhvørvi og grøn øki", "býarlív, so sum kaffistovur, matstovur og náttarlív", og "mentan og list".

 

Matvøruhandilin sera stóran týdning

Í spurnarkanningini varð eisini spurt um hvønn týdning ein matvøruhandil í nærumhvørvinum hevur.

Og her svaraðu 64,2 prosent av teimum spurdu at matvøruhandil í nærumhvørvinum hevði sera stóran týdning fyri teirra trivna, 31,2 prosent søgdu nokk so stóran týdning, meðan 4,2 prosent svaraðu ikki serliga stóran týdning.

Handilin í Nólsoy hevur sera stóran týdning, sigur Hervør Hansen, sum hevur rikið handilin í Nólsoy, Matvørubúðin, í mong ár.

Og uttanfyri hittu vit Leif Hansen, sum eitt nú nemur við sosiala lívið í bygdini.

 

Mong hugnalig uttandura bygdarrúm

Vit eru á ferð saman við Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingi við sergrein í býarskipan, og Ninu Arge, ið er arkitektur og eftirútbúgvin innan býarskipan.

Í sendingini nema tey við týdningin av at bilar ikki hava verið í bygdini so leingi, og tey mongu livandi, hugnaliga og fjálgu uttandura bygdarúmini í stóran mun eru í tráð við tankarnar hjá Jan Gehl, arkitekti, um trivna og tað góða lívið.

Men tey finnast eisini at nýggju útstykkingini, sum ikki hevur somu dygdir sum gomlu býlingarnir.

 

Ove Joensen er kul

Ein hin størsti kulfaktorurin í Nólsoy hevur óiva verið Ove Joensen, sum einsamallur róði úr Føroyum til Danmarkar í 1986.

Og nú fær Ove Joensen sítt egna savn í Nólsoy, har ið høvið verður at síggja bátin hjá Ova, Dianu Victoriu, samstundis sum høvið eisini verður at síggja allar lutirnar, ið Ove fekk til gávus eftir bragdið í 1986.

Saman við Nicolaj Falck skifta vit orð um hetta og ymiskt annað.

Nicolaj nemur eisini við trupuleikan, tá ið fólk skulu seta búgv í Nólsoy, eitt nú tá ið talan er um fígging.

 

Av látri ikki útskolaðir

Vit vitjaðu eisini á Látrinum, ið er dagstovnurin í Nólsoy, har ið vit hittu leiðaran, Maud Wang Hansen, og námsfrøðingin, Masaab Bin Shahzad, ið kemur frá Keypmannahavn, og sum trívist framúr væl í Nólsoy.

Masaab Bin Shahzad sær nógvar dygdir í bygdini. Og vit fingu eisini orð á fýra fitt børn, ið siga sína hugsan um kulfaktorin í bygdini.

Anja Hartmann Wardum, ið er leiðari á Kunningarstovuni í Nólsoy, er ættað úr Havn og búsitandi í Nólsoy.

Hon nemur eitt nú við Nólsoy sum ferðamál og um hvussu tað er at vera tilflytari í Nólsoy.

Í kanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Kulfaktor Føroya, spurdu vit eisini:

 

Hvussu ofta ferðast tú til Nólsoyar? Everybody Kvinnur Menn
Dagliga ella fleiri ferðir um vikuna 0,80 % 0,85 % 0,76 %
Nakrar ferðir um mánaðin 3,80 % 1,27 % 6,06 %
Eina ferð um árið ella minni 61,80 % 60,17 % 63,26 %
Eg búgvi her 0,80 % 1,27 % 0,38 %
Ongantíð 32,80 % 36,44 % 29,55 %

 

Hoyr Kulfaktor Føroya-sendingin úr Nólsoy her:

1639999

 

 

Hvat heldur tú?

Loading Poll...

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Leygardag 30. november
Jambalaja - 301124
184448
Leygardag 30. november
Upp á tá - 291124
184433
Leygardag 30. november
Upp á tá - 221124
184431
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2) - teknmálstulkað
184426
Leygardag 30. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184422
Fríggjadag 29. november
EM-endaspælið: Føroyar - Sveis
184417
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321