Afturgongdin svarar til tvey floksstig

Afturgongdin svarar til tvey floksstig
Føroysku fólkaskúlanæmingarnir hava eina afturgongd upp á 45 stig í støddfrøði samanborið við seinast. Tað er ein sera stór afturgongd, sigur Ingi Højsted, granskingarleiðari
PISA-kanningin varð løgd fram í Kongshøll í Havn í dag.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.12.2023 - 18:22

Í støddfrøði fingu føroysku fólkaskúlanæmingarnir 446 PISA-stig í miðal.

Tað er lakasta føroyska úrslitið higartil og ein ógvuslig afturgongd upp á 45 stig samanborið við úrslitið í 2018.

Kanningin varð løgd fram í Kongshøll á vestarubryggju í Havn í dag. 

Sambært frágreiðingini er føroyska PISA-úrslitið í støddfrøði skelkandi.  

- Hetta er ein sera stór afturgongd staðfestir, Ingi Højsted, granskingarleiðari á námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum.

Hoyr samrøðu við Inga Højsted í útvarpstíðindunum

Erla Olsen er lektari í náttúruvísindafrøði á Fróðskaparsetrinum.


PISA eitt gott amboð

- Vilja vit vera partur av vesturheiminum, er tað umráðandi at hava eitt mát fyri, hvussu skúlaskipanin riggar. Til hetta er PISA eitt gott amboð.

Tað sigur Erla Olsen, lektari í náttúruvísindafrøði á Fróðskaparsetrinum.

Hon vísir á, at PISA-kanningarnar eru góðar, tí tær leggja dent á, hvussu vit gagnnýta ta vitan, vit hava.   

Hoyr samrøðu við Erlu Olsen í útvarpstíðindunum

 

 

Páll Isholm er námslektari á námsvísindadeildini á Fróðskaparstrinum.


Tá talan er um lesiførið, standa føroysku fólkaskúlanæmingarnir seg heldur ikki væl.

Tað eigur at takast í álvara.

Hoyr samrøðu við Páll Isholm í útvarpstíðindunum

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328