Fíggjarlógin: Hallið verður nú 7 milliónir krónur

Fíggjarlógin: Hallið verður nú 7 milliónir krónur
Hallið á fíggjarlógini fyri 2024 verður 37,5 milliónir minni enn upprunaliga mett. Tað vísa nýggjar inntøkumetingar. Hallið verður nú 7 milliónir krónur
Ruth Vang er landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Mynd: Kringvarpið  
 
06.12.2023 - 18:28

Hallið á fíggjarlógini fyri 2024 verður 37,5 milliónir minni enn tað, sum Ruth Vang, landsstýriskvinna í Fíggjarmálum, legði fram í september í uppskoti til fíggjarlóg fyri 2024. 

Tað vísa nýggjar inntøkumetingar, sum Fíggjarmálaráðið hevur gjørt.

Væntandi vera eisini nakrar aðrar meirinntøkur, men eisini nakrar minni inntøkur.

Í september var hallið á fíggjarlógaruppskotinum 64 milliónir krónur. Men við broytingaruppskotinumm hjá landsstýrinum, sum kom í november og við nýggju inntøkumetingini, verður hallið 7 milliónir krónur.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328