Enn eitt stórálop á veg í Gasa

Enn eitt stórálop á veg í Gasa
Nú stendur býurin Khan Younis fyri tørni og fólk eru biðin um at sleppa sær burtur áðrenn álopið verður sett í verk
Býurin Khan Younis er undir støðugum álopum
Mynd: Ibraheem Abu Mustafa/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
10.12.2023 - 11:13

Ísraelski herurin ger seg til reiðar at fara undir eitt stórálop á býin Khan Younis, sum liggur har suðuri í Gasa-geiranum.

Hetta er ein býur, sum tók móti nógvum flóttafólki, tá Ísrael leyp á sjálvan Gasa bý, sum liggur har norður í geiranum. Tá heitti ísraelski herurin á fólk um at fara suðureftir.

Og nú er ísraelski herurin komin við eini áheitan á fólk í Khan Younis um at fara úr býnum til al-Mawasi, sum er ein lítil geiri út móti Miðjarðarhavinum. Hann er bara 8,5 ferkilometrar til støddar, har eru nøkur fá hús og annars er tað mesta landbúnaðarjørð. Skulu flóttafólkini flyta, er talan um tvær milliónir fólk, sum skulu hýsast har.

Mark Regev er ráðgevi hjá Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra, og hann sigur, at Ísrael roynir sum frægast at verja sivilfólk. Ísrael er undir alt størri trýsti at seta eina vápnahvíld í gildi, men tað vil landið ikki.

- Vit kunnu steðga bardøgunum her og nú, um tað er ynskiligt. Einasta kravið er, at gíslarnir verða lætnir leysir, sigur Mark Regev við bretska BBC.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329