Hálvt annað ára fongsulsrevsing fyri neyðtøku

Hálvt annað ára fongsulsrevsing fyri neyðtøku
12 mánaðir eru treytaðir, og dømdi maðurin skal vera undir eftirliti alla royndartíðina
Føroya rættur. (Savnsmynd)
 
12.12.2023 - 15:04

Ein 17 ára gamal maður hevur í Føroya rætti fingið hálvt annað ára fongsulsrevsing fyri neyðtøku. 

Ein stórur partur av fongsulsrevsingini, 12 mánaðir, er treytaður.

Í royndartíðini, sum er tvey ár, skal maðurin ikki gera nakað revsivert. 

Maðurin skal somuleiðis vera undir eftirliti av Kriminalforsorgini og Barnaverndini í allari royndartíðini.

 

Umhugsa at appellera

Maðurin er funnin sekur í at neyðtaka eina javnaldrandi kvinnu í Havn í apríl í fjør.

Maðurin noktar seg sekan í ákæruni. Hann umhugsar, um hann skal skjóta dómin inn fyri Eystara landsrætt.

Ákæruvaldið vildi hava mannin dømdan hálvt annað ára treytaleysa fongsulsrevsing, og umhugsar tí eisini, um dómurin skal skjótast inn fyri hægri rætt. 

Freistin at appellera er 14 dagar.

Málið kemur ikki undir lógina um, at sex krevur samtykki, tí hon kom ikki fyrr enn 1. juni í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt við Hjalgrim Fonsdal Højgaard
215339