Arbeiðsbólkur: Endurvenjingin skal skipast betur

Arbeiðsbólkur: Endurvenjingin skal skipast betur
Tað er boðskapurin hjá arbeiðsbólki, sum handaði landsstýriskvinnuni í heilsumálum, Margit Stórá, álit í dag
Margit Stórá, landssrtýriskvinna í heilsumálum, saman við arbeiðsbólkinum.
Mynd: Heilsumálaráðið  
 
12.12.2023 - 19:25

Arbeiðsbólkurin hevur víst á og lýst, hvørjar avbjóðingar eru í endurvenjing, og mælt til uppskot, hvussu avbjóðingarnar kunnu loysast.

Í høvuðsheitum metir arbeiðsbólkurin, at lóggávan á økinum er nøktandi, men at tørvur er á at fara undir skipaða íverkseting av galdandi lóggávu.

Millum annað mælir arbeiðsbókurin til, at starvsfólk á økinum fáa skipaða undirvísing og kunning um lóggávuna.

Mælt verður eisini til, at endurvenjingin skal í størri mun samskipast millum geirar og tryggjast skal, at fólk ikki detta niður ímillum skipanir.

Arbeiðsbólkurin var settur í apríl 2022 og var mannaður við umboðum úr Heilsumálaráðnum, Almanna- og mentamálaráðnum og Kommunufelagnum.

Arbeiðbólkurin var settur at kanna hvørjar avbjóðingar eru á rehabiliteringsøkinum og hvussu hesar sum best kunnu loysast.

Álit um betri samskipan innan endurvenjing, kann lesast her:

https://landsstyri.cdn.fo/savn/ao2pi201/a-lit-samskipan-endurvenjing-endaligt.pdf?s=T8gn451F_tvY2qIrHufGelKT5zA

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328