Smyril Line fingið Glyvursnes

Smyril Line fingið Glyvursnes
Smyril Line veksur nú um flotan við nýggjum farmaskipi, ið skal sigla millum Føroyar, Ísland og Danmark
RoRo-farmaskipið Seagard, sum nú fær navnið Glyvursnes.
Mynd: Smyril Line  
 
12.12.2023 - 19:47

Smyril Line yvirtók í dag Glyvursnes á Fayard skipasmiðjuni í Munkebo. Smyril Line hevur keypt farmaskipið frá finska reiðarínum Bore Ltd.

RoRo-farmaskipið æt fyrr Seagard, men hevur nú fingið navnið Glyvursnes.

Glyvursnes liggur á skipasmiðjuni til 30. desembur, tá kósin verður sett móti Føroyum.

Skiparar á Glyvurnesi eru Óli Hammer og Eljón Poulsen.

Skipið varð bygt á skipasmiðjuni, Sietas, í Týsklandi í 1999. Tað er 153 og ein hálvan metur langt og 20,6 metrar breitt.

Glyvursnes verður sett í regluliga sigling á rutuni sum “Mistral” røkjur í dag. Tað er millum Tórshavn, Þórlakshöfnog Hirtshals.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328