Samba skiftir B68 út við HB

Samba skiftir B68 út við HB
Mohamed Samba spælir aftur í reyðum næsta kappingarár, men tað verður ikki reyða troyggjan hjá B68, men reyða troyggjan hjá HB
Mohamed Samba verður at síggja í reyða litinum hjá HB næsta ár, og ikki í reyða litinum hjá B68
 
13.12.2023 - 00:11

Hendan árstíðin er "silly season" í føroyskum fótbólti, har leikarar skifta feløg, sum onnur skift brøkur, og gitingarnar um møgulig skiftir eru í hæddini. 

Hóast nógv skiftir eru tikin úr bláu luft, so eru summi, sum tað er hald í. 

Greitt er nú, at kviki áleyparin, 25 ára gamli Mohamed Samba úr Gambia, sum hevur spælt við B68 seinastu tvey árini, spælir við HB næsta ár.  

Mohamed Samba hevur spælt 47 dystir í bestu deildini og skotið 11 mál. Hesa tíðina hevur hann eisini fingið sjey gul kort. 

 

Kappingarár

Felag

Dystir

Mál

Gul

Reyð

2023

B68

28

4

4

0

2022

B68

19

7

3

0

 

Umframt Mohamed Samba, so hevur HB eisini tryggja sær verjukenda miðvallaran Magnus Holm Jacobsen úr 07 Vestur. Harumframt hevur Ári Mohr Jónsson longt sáttmálan við tveimum árum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974