Fiskiveiðuavtala: Føroyar fáa minni av toski og hýsu

Fiskiveiðuavtala: Føroyar fáa minni av toski og hýsu
Føroyar fáa minni av toski og hýsu í norskum sjógvi næsta ár og Norra fær minni av longu og blálongu í føroyskum sjógvi
Føroyar kunnnu fiska 4.345 tons av toski í norskum sjógvi í 2024.
Mynd: Kringarpið  
 
13.12.2023 - 18:35

Í gjár gjørdu Føroyar og Norra fiskiveiðuavtalu fyri 2024.

Samráðingarnar vóru merktar av, at heildarkvoturnar av toski og hýsu í Barentshavinum lækka næsta ár, sigur Fiskimálaráðið.

Tí var ein niðurskurður gjørdur í kvotunum, sum londini lata hvørjum øðrum. 

Føroysku kvoturnar av botnfiski í norskum sjógvi í 2024 vera 4.345 tons av toski og 980 tons av hýsu, sum er ein lækking á góð 12 prosent. Kvoturnar av upsa og øðrum fiskasløgum vera eins og í 2023 ávikavist 500 tons og 400 tons.

Norsku kvoturnar í føroyskum sjógvi minka eisini í 2024. Kvotan av millum annað longu og blálongu lækkar við 400 tonsum til 2.600 tons, og kvotan av brosmu verður 1.300 tons, sum er 200 tons lægri enn í 2023.

Makrelkvotan, sum Norra fær frá Føroyum, verður óbroytt 6.600 tons.

Umframt kvoturnar kunnu føroysk skip eisini fiska tosk og hýsu í norskum sjógvi, sum er fingin til vega í sínámillum fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Russland.

Føroyar kunnu samanlagt flyta 6.700 tons av botnfiskakvotuni í Russlandi í norskan sjógv at fiska. Tað er ein øking upp á 450 tons samanborið við 2023.

Afturfyri fáa norðmenn rætt til at fiska 53.600 tons av svartkjafti í føroyskum sjógvi. Tað er góð trý og eitt hálvt tons meira enn í 2023.

Føroyar vóru vertir fyri samráðingunum hesaferð, og vóru samráðingarnar hildnar í Tórshavn.

 

Til vinstru: Andras Kristiansen, deildarstjóri í Fiskimálaráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328